Sirkus Baldoni heldur 10 ára føðingardag í Føroyum við spennandi framførslum fyri allari familjuni.
”Mine damer og herrer, det bli’r værre og værre”, ljóðar tað kúllaligt frá tí freku leyvuni Leonardo, tá hann bjóðar vælkomin saman við sirkusstjóranum Baldoni. Og tó - við 10 ár á baki og við 5-stjørnaðum ummælum kann tað ikki verða værre.
2011 bjóðar virðisløntir gyklarar, spennandi jongulering, stuttligar akrobatar, flott hondstand, heilt høga javnvág, ótrúliga stuttliga framførslu á trampolinini og sjálvandi ørar og stuttligar klovnar.
Gleði tykkum til eina framúr uppliving frá yndis sirkussinum við leikarum úr Avstralia, Kanada, Ungarn, Bulgaria og Danmark.